Arbeiðsloysi var 1,1 prosent í august í ár samanborið við 1,5 prosent í august í fjør. Lága arbeiðsloysi stendur við og tykist at vera komið í fasta legu, skrivar Hagstovan.
Arbeiðsloysið var hálvt prosent lægri hjá monnum enn hjá kvinnum. Hjá monnum var tað 0,8 prosent og hjá kvinnum 1,3 prosent. Sama mánað í fjør var tað 1,3 prosent hjá monnum og 1,9 prosent hjá kvinnum.
Arbeiðsloysi er lægst í Norðoyggjum og Norðurstreymi og hægst í Suðuroynni og Sandoynni.
Arbeiðsloysi er tó minkað í øllum økjum uttan í Sandoynni og í Vágum í mun til august í fjør. Eisini er arbeiðsloysið minkað í øllum aldursbólkum.
Í flestu aldursbólkunum var arbeiðsloysi millum 0,7 og 1,1 prosent uttan hjá teimum 25-34 ára gomlu, har arbeiðsloysi var 1,8 prosent.
Sambært Hagstovuni hevur stívliga helvtin av teimum arbeiðsleysu verið arbeiðsleys í minni enn tríggjar mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald