Innanlands

Hagstovan: Lága burðaravlopið minkar um fólkavøksturin

1. september búðu 54.081 fólk í Føroyum, ið er 636 fleiri í mun til somu tíð í fjør – Tað er eitt sindur minni enn 1. august, tá fólkatalið var 54.200

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2022-10-10 11:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. september í ár búðu 54.081 fólk í Føroym – 636 fólk fleiri enn sama dag í fjør.

Talan er um ein vøkstur á 1,2 prosent, eitt sindur minni enn undanfarna tíðarskeið, tá fólkavøksturin var 1,6 prosent.

Hagstovan skrivar, at tað serliga er orsakað av burðaravlopinum, sum er minkað.

Fólkatalið er eitt sindur minni, enn tað var 1. august, tá 54.200 fólk búðu í Føroyum, men tað er vanligt við einari minking í august, tá fleiri fara uttanlands í lestrarørindum. Um gongdin verður sum í fjør, gongur ikki long tíð, áðrenn fólkatalið aftur er á sama støði sum mánaðin frammanundan.

Fólkavøksturin seinasta árið kemur av eini nettotilflyting á 502, og einum burðaravlopi á 134. Nettoflytingin líkist nógv henni í undanfarna tíðarskeiði, meðan burðaravlopið er minkað meira enn helvtina.

Munurin millum til- og fráflyting er øktur eitt sindur seinasta árið, og nú flyta á leið 45 fleiri til Føroya enn úr Føroyum í miðal um mánaðin. Hetta er eitt sindur meira enn fyri einum ári síðani, skrivar Hagstovan.

Burðaravlopið er hinvegin minkað nógv seinastu mánaðirnar. Orsøkin er, at fleiri eru deyð, enn vanligt hevur verið. Nú verða umleið 10 fleiri fødd enn tað doyggja í miðal um mánaðin. Fram til fyri einum hálvum ári síðani hevur munurin ligið millum 20 og 25 fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder