
Í apríl vóru 27.300 løntakarar í Føroyum. Tað eru góðir 2.000 fleiri enn í apríl í fjør, sum var fyrsti heili mánaður, eftir at landið fór niður í ferð, skrivar Hagstovan.
Hóast tað framvegis leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, veksur talið munandi spakuligari nú, enn tað hevur gjørt, og seinastu mánaðirnar er vøksturin nærum steðgaður upp.
Talið á mannligum løntakarum í apríl var 13.900, meðan talið á kvinnuligum løntakarum var 13.350.
Vøksturin í talinum á mannligum løntakarum minkar spakuliga, meðan kvinnur framvegis leggjast afturat í løntakaraskaranum. Sostatt minkar munurin millum talið á monnum og kvinnum, sum annars hevur verið vaksandi í nøkur ár.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald