
1. apríl í ár var fólkatalið í Føroyum 53.223. Talan er um ein vøkstur á 837 fólk ella 1,6 prosent í mun til somu tíð í fjør, skrivar Hagstovan.
Vaksandi gongdin í fólkatalinum hevur verið støðug síðani 2013. Seinasta árið tykist nettoflytingin tó at vera minkað nakað, meðan burðaravlopið heldur fram at vaksa.
Gongdin seinastu árini hevur verið, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt vaksandi íkast til fólkavøksturin. Seinasta árið er hendan gongdin tó broytt nakað. Tilflytingin er minkað, meðan fráflytingin ikki er minkað eins nógv. Nettoflytingin, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, er sostatt nakað minni enn hon hevur verið.
Burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð, hevur verið javnt vaksandi seinastu árini. Hóast fólkatalið síðan 2014 er vaksið við umleið 5.000 fólkum, er miðal talið á deyðum um mánaðin ikki broytt, og liggur tað framvegis um 30 fólk. Talið á føddum børnum seinastu árini er tó vaksið munandi, og nú verða millum 55 og 60 børn fødd í miðal um mánaðin. Burðaravlopið gevur tí framvegis eitt vaksandi íkast til fólkavøksturin, skrivar Hagstovan.
Gongdin í fólkatalinum er framvegis ymisk frá kommunu til kommunu. Størsti vøksturin í tali er í teimum størstu kommunum, Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Nes kommuna, ið standa fyri 79 prosent av vøkstrinum.
Lutfalsliga stórur fólkavøkstur er í Sands og Skopunar kommunu, har fólkatalið er vaksið við yvir fýra prosent í báðum kommunum, svarandi til ávikavist 21 og 23 fólk samanborið við somu tíð í fjør.
Fólkatalið í Suðuroynni heldur eisini fram at vaksa. Serliga sæst vøkstur í Tvøroyra og Vágs kommunu, har 59 fólk eru komin afturat síðani somu tíð í fjør.
Nakrar kommunur høvdu hinvegin afturgongd í fólkatalinum. Størsta afturgongdin í tali var í Fuglafjarðar kommunu, har talið minkaði við 15 persónum. Tað svarar til eina minking á 0,9 prosent samanborið við somu tíð í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald