Innanlands

Hagstovan: Prísirnir í miðal øktir 3,1 prosent

Brúkaraprísirnir annan ársfjórðing í ár vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør

Prísurin á klædnavørum og fótbúnaði er nærum óbroyttur seinasta árið (Savnsmynd: Hagstovan)

Prísurin á klædnavørum og fótbúnaði er nærum óbroyttur seinasta árið (Savnsmynd: Hagstovan)

2021-07-17 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brúkaraprísirnir annan ársfjórðing í ár vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið økt 1,1 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 3,1 prosent, skrivar Hagstovan.

Yvirskipað er hetta talið sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum, og tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Í mun til árligu broytingina í umleið trý ár innan korona rakti, hevur árliga broytingin í brúkaraprístalinum í Føroyum og aðrastaðni í Evropa hesa fyrstu tíðina við koronu ligið á lægri stigi, men seinastu tvær uppgerðirnar vísa nú aftur lutfalsliga stóran samlaðan prísvøkstur.

Seinasta árið eru prísirnir innan vøru- og tænastubólkarnar "Hotel og matveitarar" og "Útbúgving" minkaðir, meðan prísir á "Klædnavørur og fótbúnaðar" eru nærum óbroyttir. Í øðrum bólkum er talan tó um eina øking seinasta árið. Tað er prísir innan "Býli" og "Flutningur" sum eru øktir mest.

Brúkaraprístalið fyri 2. ársfjórðing í ár er 124,6, sum er 1,1 prosent hægri enn brúkaraprístalið fyri 1. ársfjórðing í ár og 3,1 prosent hægri í mun til 2. ársfjórðing í 2020.

Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum fyrstu tíðina eftir at korona gjørdi um seg, var lutfalsliga stóra fallið í altjóða oljuprísinum. Samstundis er lutfalsliga stóri prísvøksturin á brenniolju frá seinastu uppgerðini ein av høvuðsorsøkunum til tann samlaða vøksturin í prístalinum. Ein onnur høvuðsorsøk til samlaða prísvøksturin er lutfalsliga stórur vøkstur í prísi á bilum, sum í miðal eru øktir 12 prosent seinasta árið, skrivar Hagstovan.

Sí meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder