Samanborið við sama ársfjórðing í fjør, var umsetningurin fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur og húsbúnað og húsarhaldsútgerð heili 14 prosent hægri, meðan umsetningurin fyri klædnavørur og fótbúnað var 7 prosent hægri, skrivar Hagstovan, sum hevur hugt eftir, hvussu óvanligu umstøðurnar hava ávirkað søluna av vanligum gerandisvørum.
Tiltøk vórðu sett í verk um hálvan mars, t.v.s. meginpartin av fyrsta ársfjórðingi virkaði samfelagið undir vanligum umstøðum uttan tiltøk, men hóast hetta, so var umsetningurin av klædnavørum og fótbúnaði í 1. ársfjórðingi 8,5 prosent minni í mun til 1. ársfjórðing í fjør. Nýggjastu tølini fyri 2. ársfjórðing vísa nú ein vøkstur á 6,9 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør, skrivar Hagstovan á heimasíðuna.
Umsetningurin er samansettur av prísi og seldum mongdum av vøruni, og verður hædd tikin fyri prísbroyting, fæst mát fyri broyting í mongd. Prísir á klædnavørum og fótbúnaði eru í miðal øktir 3,3 prosent frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár, og verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av seldum klædnavørum og fótbúnaði vaksin 3,4 prosent. Seinastu tølini benda harumframt trendin aftur til at vera vaksandi.
Fyri vørubólkin mat og alkoholfríar drykkjuvørur hevur vøksturin í umsetningi verið óvanliga stórur fyrru hálvu av 2020 samanborið við fyrru hálvu av 2019.
Umsetningurin 1. ársfjórðing og 2. ársfjórðing í ár var ávikavist 12,1 og 14,2 prosent størri í mun til somu ársfjórðingar í fjør.
Í 2007 og stutt undan fíggjarkreppan rakti, sást slíkur vøkstur sum hesin. Vøksturin hesaferð kemst helst av, at húsarhald í størri mun enn áður hava matgjørt við hús vegna afturlating av almennum stovnum, skúlum og matstovum, skrivar Hagstovan.
Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 1,7 prosent frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár, og verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av hesum vørum vaksin 12,5 prosent. Seinastu tølini vísa eisini vaksandi trend.
Fyri vørubólkin húsbúnað og húsarhaldsútgerð var umsetningurin 1. og 2. ársfjórðing í ár ávikavist 6,7 og 14 prosent størri í mun til somu ársfjórðingar í fjør.
Prísurin fyri henda vørubólkin hevur seinastu 10 árini í miðal verið lækkandi, og frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár eru prísirnir tó í miðal hækkaðir nakað, og verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av hesum vørum vaksin 13,3 prosent. Seinastu tølini vísa eisini vaksandi trend.
Meira kunning sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald