Tiltøkini, sum vórðu sett í verk fyri at basa útbreiðsluni av koronasmittuni hava ávirkað samfelagið á ymsan hátt, og í hesum sambandi er eisini líkt til, at keypshugurin og nýtslumynstrið hjá húsarhaldunum er broytt.
Seinast dagførdu hagtølini hjá Hagstovuni um smásølu fevna tó um 1. ársfjórðing, har tiltøkini vóru galdandi í minni parti av tíðarskeiðinum. Men at m.a. ávísir handlar valdu at steingja frá hálvum mars, sæst helst aftur í tølunum.
Í 1. ársfjórðingi í ár var umsetningurin av klædnavørum og fótbúnaði nærum 10 prosent minni í mun sama ársfjórðing í fjør.
Eftir støðugan miðalprís seinastu 10 árini, er miðalprísurin seinasta árið øktur nakað, og verður hædd tikin fyri hesum prísvøkstri, er mongdin av seldum vørum í hesum vørubólki 12 prosent minni 1. ársfjórðing í ár samanborið við 1. ársfjórðing í fjør, skrivar Hagstovan.
Hinvegin er umsetningurin fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vaksin við 12 prosentum frá 1. ársfjórðingi í fjør til 1. ársfjórðing í ár. Prísirnir á hesum vørum eru øktir í miðal 2,6 prosent og umroknað til mongdir hevur vøksturin verið níggju prosent.
Vøksturin í sølu av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð hevur seinastu umleið 10 árini verið størri enn sølan av klædna- og matvørum. Fyri henda vørubólkin eru prísirnir seinastu 10 árini í miðal eisini minkaðir, so umroknað til mongdir, er munandi meira selt av hesum vørum í mun til aðrar smásøluvørur.
Fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð vísa seinastu tølini, eins og við mati og drykkjuvørum, lutfalsligan stóran árligan vøkstur á sjey prosent í søluni frá 1. ársfjórðingi í fjør til 1. ársfjórðing í ár.
Sí meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald