Innanlands

Hagstovan: Sølan minkaði nógv 1. ársfjórðing

Sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum lækkaði 14 prosent, sølan av klæðum og fótbúnaði lækkaði 25 prosent, og sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð lækkaði 32 prosent

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-27 11:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Føroyum minkaði sølan nógv 1. ársfjórðing í ár.

Sambært Hagstovuni er tað vanligt, at sølan fellur 1. ársfjórðing samanborið við 4. ársfjórðing árið fyri. Meðan 4. ársfjórðingur serliga er merktur av jólasølu, er sølan 1. ársfjórðing vanliga meira soltin, og í ár var einki undantak.

Matur og alkoholfríar drykkjuvørur

1. ársfjórðing í ár lækkaði sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum 14 prosent samanborið við 4. ársfjórðing í fjør. Í árunum 2017 til 2021 hevur talan í miðal verið um eina minking á 10 prosent um hesa tíðina.

Frá 1. ársfjórðingi í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað átta prosent. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin trý prosent.

Klæðir og fótbúnaður

Sølan av klæðum og fótbúnaði var 25 prosent lægri 1. ársfjórðing í ár í mun til 4. ársfjórðing í fjør. Men fyri hendan vørubólkin er tó ikki talan um eins stóra minking og vanligt.

Í árunum 2017 til 2021 hevur talan í miðal verið um eina minking á 40 prosent.

Frá 1. ársfjórðing í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað eitt prosent, og hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin fýra prosent.

Húsbúnaður og húsarhaldsútgerð

Sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð var 32 prosent lægri í mun til 4. ársfjórðing 2021. Aftur her hevur talan verið um eina minking, sum er nakað størri enn undanfarin ár.

Í árunum 2017 til 2021 hevur talan í miðal verið um eina minking á 25 prosent. 

Frá 1. ársfjórðing í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað 15 prosent, og hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin fimm prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder