
Samlaði føroyski vøruútflutningurin minkaði 1,2 milliardir krónur tíðarskeiðið frá juni í 2020 til mai í 2021 samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið. Tað svarar til eina minking á 13 prosent, skrivar Hagstovan.
Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum. Útflutningurin av fiskavørum minkaði eina milliard krónur, sum svarar til eina minking á 12 prosent
Laksaútflutningurin minkaði 349 mió. krónur, ella níggju prosent, hóast nøgdin var næstan tann sama, ella eitt prosent størri.
Útflutningurin av toski er minkaður 25 prosent í virði og nøgdin er minkað 27 prosent.
Útflutningurin av slógvi og fiskaúrdráttum er minkaður nógv. Virðið er minkað niður í helvt, og er nøgdin minkað 73 prosent.
Sí meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald