Innanlands

Hagstovan: Væl meira av toski og hýsu avreidd higartil í ár

Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru í nøgd væl frægari tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2019-10-29 17:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru í nøgd væl frægari tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør, sigur Hagstovan.

Av teimum týdningamestu botnfiskasløgunum er væl meira avreitt av tosk og hýsu  - ávikavist 64 og 71 prosent. Nakað minni er avreitt av upsa, um 18 prosent, og 8 prosent minni av øðrum botnfiski.

Av øðrum fiskasløgum er ein fjórðingur minni av svartkalva avreiddur higartil í ár, meðan meira enn tvífalt av havtasku er komin uppá land, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 

Avreiðingarvirðið er tilsamans fimtingin betri enn í fjør.

Tað er toskurin og hýsan saman við havtaskuni, sum draga avreiðingarvirðið upp. Virðið á botnfiskinum er tilsamans vaksið góð 28 prosent, meðan nøgdin er vaksin 16 prosent.

Sí meira á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder