Uttanlands

Haiti: - Forsetin dripin í egnum heimi

Ókendir menn trongdu seg inn í heimið hjá forsetanum í nátt og skutu frá hond. Jovenel Moïse, forseti, doyði av løstunum

Forsetin á Haiti, Jovenel Moïse, varð skotin í nátt. Hann gjørdist 53 ára gamal (Savnsmynd: EPA)

Forsetin á Haiti, Jovenel Moïse, varð skotin í nátt. Hann gjørdist 53 ára gamal (Savnsmynd: EPA)

2021-07-07 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Forsetin í Haiti, Jovenel Moïse, er dripin av skotum í heimi sínum í høvuðsstaðnum, Port-au-Prince. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Virkandi forsætisráðharrin í landinum, Claude Joseph, sigur í dag, at ein bólkur av ókendum monnum gtrongdu seg inn í heimið hjá forsetanum í nátt og skutu hann.

- Ein bólkur, sum enn ikki er eyðmerktur, harav nakrir tosaðu spanskt, lupu á forseta landsins heima hjá honum og særdu hann so hann doyði av løstunum, skrivar forsætisráðharrin.

Hann leggur afturat, at kona forsetans eisini varð rakt av skotum, men yvirlivdi álopið.

Hann fordømir hetta “ræðuliga, ómenniskjaliga og barbariska” álopið og heitir á fólkið um at halda seg rólig.

- Alt verður gjørt fyri at tryggja, at virksemið í landinum heldur fram, og at tjóðin erður vard. Fólkaræðið og lýveldið vilja vinna, skrivar Claude Joseph. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder