Uttanlands

Haiti: Løgreglan handtikið møguligan bakmann

Christian Emmanuel Sanon, sum sambært løgregluni samstarvaði við drápsmenninar hjá forsetanum, er vorðin handtikin

Leon Charles, løgreglustjóri fyri tjóðarløgregluna í Haiti á tíðindafundi (Mynd: EPA)

Leon Charles, løgreglustjóri fyri tjóðarløgregluna í Haiti á tíðindafundi (Mynd: EPA)

2021-07-12 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan í Haiti hevur handtikið ein mann, sum skal hava havt politiskar ætlanir um at senda vápnaðir menn at drepa forsetan, Jovenel Moïse.

Talan er um Christian Emmanuel Sanon, ein haitianskur ríkisborgari, sum kom til Haiti við privatflogfari í juni saman við fleiri kolumbianarum, upplýsir løgreglan.

Løgreglan sigur, at Sanon samstarvaði við tey fólkini, sum drupu forsetan í egna heimi 7. juli.

Í heiminum hjá Sanon varð m.a. funnið 20 kassar av spreingievni til skotvápn, vápnalutir, og ein hattur við búmerkinum hjá amerikonsku narkoløgregluni.

Tað er áður komið fram, at menninir, sum lupu á forsetan og konu hansara, skuldu havt givið seg út fyri at vera frá narkodeildini hjá amerikonsku løgregluni.

Tilsamans 26 kolumbianarar eru undir illgruna í málinum, og hildið verður, at fleiri teirra eru leiguhermenn, skrivar Ritzau.

Síðan mikudagin í farnu viku eru 18 kolumbianskir ríkisborgarar og tríggir haitianskir ríkisborgarar handtiknir fyri at hava spælt ein leiklut í drápinum á forsetanum. Í minsta lagi tríggir aðrir eru dripnir, meðan fimm framvegis eru leysir.

Les eisini: Haiti: Drápsmenninir funnir og myrdir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder