Uttanlands

Haiti: Talið á deyðum nærkast 2.000

1.941 fólk eru deyð í jarðskjálvtanum, sum rakti Haiti leygardagin, 9.900 eru særd, og 76.000 hús eru oyðiløgd

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-18 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á deyðum í Haiti, sum leygardagin varð rakt av einum stórum jarðskjálvta, nærkast nú 2.000, eftir at yvir 500 vórðu løgd afturat týsdagin. Í løtuni er talið 1.941.

Orsakað av nógvum avfalli og vatnflóð, hevur fleiri ferðir verið neyðugt at steðga leitingini eftir fólkum.

Nógv hava mist alt, sum tey eiga í jarðskjálvtanum, og Bruno Maes, umboð fyri Unicef í Haiti metir, at uml. ein hálv mió. børn eru rakt av kreppuni og standa uttan atgongd til reint vatn, mat og heilsuhjálp.

Samstundis eru sjúkrahúsini á Haiti undir stórum trýsti orsakað av stóra talinum á særdum, sum tey hava fingið inn. Fyribilstjøld eru sett upp uttanfyri sjúkrahúsini, har heilsustarvsfólk viðgera hundraðtals fólk, harav fleiri børn.

Sambært Ritzau eru uml. 9.900 fólk særd, og 76.000 hús vórðu oyðiløgd av jarðskjálvtanum.

Jarðskjálvtin hevði sín miðdepil umleið átta kilometrar frá býnum Petit Trou de Nippes, uml. 150 kilometrar í ein útsynning frá høvuðsstaðnum Port-au-Prince. Skjálvtin var í tíggju kilometra dýpi og rakti leygarmorgunin, lokala tíð.

Jarðskjálvtin varð máldur til 7,2 á Richter-stiganum, og tí kundu ristingarnar merkjast fleiri staðir í Karibia.

Sagt verður, at jarðskjálvtin er millum teir ringastu, sum Latínamerika hevur upplivað seinastu 25 árini, tá mett verður útfrá talinum av andlátum. Tann einasti jarðskjálvtin, sum hevur verið verri enn hesin, var í 2010 – eisini á Haiti. Tá var almenna deyðstalið yvir 300.000, men onnur hava tó mett, at tað var lægri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder