Mentan

Hákun blivin kongur

Fyri fyrstu ferð er tað ein kvinna sum er fyrst í arvaraðnum til norsku trúnuna.

Hákun kongur her í miðjuni saman við Ólav kongi (abba sínum) og Harald kongi (pápa sínum). Myndin er tikin í 1982 (Mynd: Erik Thorberg/Reuters/Ritzau Scanpix)

Hákun kongur her í miðjuni saman við Ólav kongi (abba sínum) og Harald kongi (pápa sínum). Myndin er tikin í 1982 (Mynd: Erik Thorberg/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-08-28 08:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norska kongafamiljan hevur fingið nýggjan hægsta eftir at Harald kongur í morgun legði árarnar inn.

Tað hevur við sær, at 53 ára gamli Hákun nú er vorðin kongur og 22 ára gamla Ingrid Alexandra er krúnprinsessa. Hon er tann fyrsta sum fær ágóðan av broytingini í grundlógini í 1990. Broytingin hevði við sær, at kvinnur fingu sama rætt at arva trónina í Noreg. Tað vil siga, at elsta barnið hjá kongi ella drotning er fyrstur í arvarekkjuni, líka mikið kyn.

Tá krúnprinsessan verður drotning, verður hon fyrsta kvinnuliga ríkisyvirhøvið í omanfyri 600 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder