Innanlands

Video: Hákun Djurhuus ársins almenni leiðari

Tað varð avdúkað á Leiðaradegnum seinnapartin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-26 17:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársins leiðari innan tað almenna er Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.

Tað varð avdúkað á Leiðaradegnum seinnapartin.

Um Hákun Djurhuus verður millum annað sagt:

Hákun Djurhuus hevur stjórnað SEV síðstu 16 árini har grøna orkuskiftið hevur fylt meria og meira. Fíggjarligu úrslitini hava verið støðug og góð. Hákun er serliga á uttanhýsis handfaringini á politisku skipanin sum tryggjar røttu karmarnar fyri støðuga menning av virkseminum. Samstundis dugir hann væl at útdeligera og vísa álit innanhýsis.

Við sínum hógliga lyndi skapar Hákun sum stjóri eisni støðugleika í organisatiónini. Starvsfólkarøkt og starvsfólka menning eru høgt á dagskránni.

Tey trý tilnevndu innan tað almenna vóru Hákun Djurhuus, SEV, Jóngerð Guttesen, Roðin, og Regin Marnersson, Skúlin á Fløtum.

Les eisini: Ingunn Eiriksdóttir er ársins leiðari innan tað privata

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder