Innanlands

Halda at løgmaður eigur at útskriva val

Veljarakanning vísir, at meiriluti av veljarunum heldur, at Bárður á Steig Nielsen eigur at skriva út nýval

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-22 21:10 Author image
Sverri Egholm

Var tað upp til veljaran, varð val skrivað út beinanvegin. Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo í gjár gjørdi fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti.

Veljarakanningin, sum annars gevur Fólkaflokkinum ein frammaná, vísir, at 59 prosent av veljarunum ynskja eitt val nú. Spurt var hvat veljarin ynskti at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, átti at gera.

Les eisini: Veljarin revsar Fólkaflokkin

18 prosent halda, at hann eigur at gera eina roynd at skipa nýggja samgongu, 17 prosent meta verandi samgongu vera eina loysn meðan sjey prosent halda at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skulu halda fram í einari minnilutasamgongu. 

Hyggja vit nærri eftir tølunum er tað áhugavert, at 62 prosent av veljarunum hjá Miðflokkinum og 51 prosent hjá Fólkaflokkinum sum ynskja at halda fram við verandi samgongu. Bara 18 prosent av sambandsveljarunum halda at hetta er ein gongd leið.

Hjá Sambandsflokkinum eru ymsar meiningar, men størsti bólkurin eru tey sum ynskja at skipa nýggja samgongu. 36 prosent av sambandsveljarunum hava svarað tað. 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, segði við útvarpið í gjár, at flokkurin var til at tosa við løgmann um at skipa nýggja samgongu. Tað eru tað eisini framsóknarveljarar sum halda, tí 26 prosent halda tað vera vert eina roynd. Ein stóru meiriluti, heili 71 prosent av veljarunum hjá Framsókn ynskja nýval.

Lítið óvæntað eru tað veljararnir hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi sum eru mest samdir um nýval við ávikavist 86 prosentum og 85 prosentum.

Sí eisini: Barometrið: Síggj allar veljarakanningarnar síðani valið

500 fólk vóru spurd í kanningini, sum varð gjørd av Spyr.fo í gjár 21. desember 2021. Óvissan er upp til 3,1 prosent. Í svarpanelinum hjá Spyr.fo eru umleið 5000 fólk, og tey spurdu vera tilvildarliga vald út, so býtið samsvarar við fólkið í mun til kyn, aldur og geografi. Úrslitini eru vigað í mun til, hvat fólk valdu til løgtingsvalið í 2019.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald