Grundarlag er ikki fyri at endurskoða ætlanina um at skerja ríkisveitingina við 25 milliónum árliga.
Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari uppá skrivligan fyrispurning frá Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum.
Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn frá desember 2022, vórðu flokkarnir samdir um lagaliga lækking við 25 milliónum árliga. Fyrivarni var tó tiki við, at um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, verður ætlanin endurskoða.
- Tað er rætt, sum spyrjarin nevnir, at Búskaparráðið í síni seinastu frágreiðing væntar eina minking av búskaparvøkstrinum í 2025, so tey vænta ein vøkstur á 3,3 prosent. Men talan er ikki um negativan búskaparvøkstur, sigur løgmaður.
- Neyðugt er at taka ávís fyrivarni fyri metingarnar, tí stór óvissa er um metingarnar um búskapargongdina fram í tíð. Til dømis metti Búskaparráðið í sínari várfrágreiðing fyrr í ár, at vøksturin bert fór at verða 2,8 prosent í 2025. Tískil hevur Búskaparráðið hækkað metingina í seinastu frágreiðing við einum hálvum prosentstigi.
- Við einum mettum búskaparvøkstri á 3,3 prosent, sum liggur langt frá einum negativum búskaparvøkstri, er ikki grundarlag fyri at endurskoða ætlanina um at skerja ríkisveitingina, men um støðan broytist og búskaparvøksturin verður negativur, verður ætlanin um ríkisveitingina endurskoðað, skrivar Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald