Halda fram at kanna við markið

80 prosent av føroyingum skulu vera koppsett áðrenn tað ber til at gevast við kanningunum við markið, sigur Michael Boolsen, fúti. Koppsett smitta eisini, og tí skulu tey eisini kannast

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-23 06:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyribils verður hildið fram til 31. august at kanna øll, sum koma inn til landið. Fyri einum mánað síðani varð boðað frá, at kanningarnar við markið steðgaðu 1. august, men Farsóttarnevndin hevur í dag tikið avgerð um at leingja tíðarskeiðið við einum mánað, til 31. august.

Orsøkin er millum annað at smittutalið nú er hægri enn tað var fyri einum mánað síðani. Átta til tíggju tilburðir um dagin, og umleið helvtin kemur frá útlandinum, segði Michael Boolsen, fúti, við útvarpið í gjárkvøldið.

Ein onnur orsøk er, at tað ikki gongur so skjótt við koppsetingini sum ætlað.

- Vit høvdu vónað at klára floksimmunitet 1. august, men tað hava vit so ikki klárað enn. Vit vænta, at fleiri eru koppsett 31. august, men eisini at færri fólk ferðast tá enn í løtuni.

Hann sigur, at í minsta lagi 80 prosent av fólkinum skulu vera koppsett áðrenn koronukanningarnar við markið steðga.

Eisini fólk sum eru liðugt koppsett skulu kannast við markið.

- Liðugt koppsett blíva smittað og smitta eisini víðari hóast tað er í minni mun, sigur Michael Boolsen, fúti við útvarpið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder