2024-06-07 07:11
Sitið verður til tað røkkur ella støkkur og dagurin í dag verður rættiliga avgerandi.
Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarar hittust til seming seinnapartin í gjár, og samráddust til klokkan eitt í nátt.
Í morgun klokkan 10 verður aftur farið til samráðingarborðið, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við útvarpið. Hann sigur, at samráðingarnar eru rættiliga truplar.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald