
Ein meiriluti av sambandsveljarum halda tað vera rætt, at Johan Dahl atkvøddi fyri uppskotinum um sammøður. Hinvegin eru tað bara 19 prosent av fólkafloksveljarum, sum halda tað vera rætt, at Annika Olsen atkvøddi fyri uppskotinum.
Sí eisini: Barometrið: Síggj allar veljarakanningarnar síðani valið
Les eisini: Veljarin revsar Fólkaflokkin
Les eisini: Halda at løgmaður eigur at útskriva val
Heldur ikki eru fólkafloksfólk so glað fyri, at Heðin Zachariassen fór í farloyvi fyri at geva sín sess til Anniku Olsen, og so halda veljararnir yvirhøvur heldur ikki, at tað er í lagi at landsstýrisfólk siga sín sess frá sær fyri at fara í løgtingið at ávirka atkvøðugreiðsluna í ávísum málum.
Tað eru bara nøkur av úrslitinum sum koma fram í svarunum upp á teir spurningar, sum vóru settir 500 veljarum í einari Spyr.fo-kanning fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti týsdagin.
Les eisini: Órógv í flokkunum er høvuðsorsøkin til bløðingina
Les eisini: Yvir 43 prosent peika á Aksel sum løgmann
----
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald