Ásfinn og Jens, sum báðir eru 76 ára gamlir, komu at kennast, tá ið teir í 1962 fóru at lesa til lærara. Seinni komu teir at starvast í Runavíkar kommunuskúla og vóru starvsfelagar, til teir báðir fóru frá um nøkulunda somu tíð fyri eini 10 árum síðani. Tað gjørdist eitt langt vinalag, sum hevur hildið, eisini eftir at teir fóru frá sum lærarar.
Jens sigur, at nakað eftir, at hann var farin frá sum lærari, varnaðist hann, at nú var hann blivin ógvuliga stirvin. Tá hann kom upp um morgnarnar, føldi hann, at nú var liðugt við at vera lættur upp á sporið. Men so fóru hann og Ásfinn at venja og at ganga í fjøllunum. Tað broytti alt, og nú orkar hann líka væl, sum hann altíð hevur orkað.
- Vit halda okkum vera raskar, leggur Ásfinn aftrat.
At ganga er altíð gott, men tað er umráðandi at fara út um bøgarðarnar, tí tað møðir at ganga eftir vegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald