Innanlands

Dagført: Nú er koyrandi aftur í Vágsbotni

Eldur er í bygninginum har pizzakøkurin No 1 heldur til

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-18 12:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri løtu síðani kom fráboðan um, at eldur er í einum bygningi í Vágsbotni í Havn.

Talan er um eina grill- og pizzabarr, kallað No 1.

Sløkkilið er farið á staðið, og løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum.

Í løtuni sæst ongin eldur, men roykur stendur upp úr húsinum.

Dagføring: Eftir at vegurin millum Vágsbotn og Skálatrøð var stongdur eina løgu, koyrir ferðslan nú aftur sum vanligt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder