Nikki Haley, fyrrverandi guvernørur í South Varolina og fyrrverandi ST-sendikvinna hjá USA, sum í mars tók seg úr valstríðnum um at gerast republikanskt forsetavalevni, sigur, at hon fer at velja Donald Trump, tá forsetaval verður í USA 5. november.
– Biden hevur verið ein vanlukka, so eg velji Trump, segði hon á einum tiltaki í Washington D.C. í vikuni sambært Ritzau.
Hon sigur m.a., at hon raðfestir ein forseta, sum stuðlar teimum sameindu hjá USA, tryggjar landamørkini, og stuðlar kapitalismu og frælsi.
– Tað hevði verið gott hjá Trump at rætt hondina út til tær milliónirnar, sum atkvøddu fyri mær, og sum framvegis stuðla mær í staðin fyri at ganga út frá, at tey eru á hansara síðu. Tað vóni eg veruliga, at hann ger, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald