
Løgreglan hevur havt eitt friðarligt samdøgur, hvat málum viðvíkur. Tó eru ymsar fráboðanir komnar, har veðrið - umstøðurnar til at ganga og koyra - hava ávirkað.
Seinnapartin í gjár skrivaðu vit um lastbilin, sum koppaði í Kollafirði. Førarin misti tamarhaldið, og tað var serliga krapin, ið gjørdi umstøðurnar at koyra truplar. Førarin slapp tó væl, og vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn upplýsir, at tað gekk væl at fáa lastbilin upp í gjárkvøldið. Í tí tíðarbilinum slepp vanlig ferðsla ikki fram við á landsvegnum.
Tað hevur verið hált kring landið, og summi hava mist fótafestið orsakað av hesum, og neyðugt hevur verið við sjúkrabili í summum førum. Hetta upplýsir vaktleiðarin eisini. Hann kann tó ikki siga nakað um, um persónarnir hava fingið umfatandi skaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald