Innanlands

Hálka var orsøkin til ferðsluóhapp

Tveir bilar, sum rendu saman í Vágum leygarkvøldið, fingu rættiliga stóran skaða

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-09 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við flogvøllin í Vágum við Hotel Vágar, har tveir bilar rendu frontalt saman. Av politistøðini verður sagt, at tað var hálka, sum var orsøkin til óhappið.

Bilarnir hava koyrt skjótt, og teir fingu rættiliga stóran skaða.

Trý fólk vórðu eisini flutt á Landssjúkrahúsið, men hvussu støðan var hjá teimum vita tey ikki at siga á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder