Tað var hált ymsastaðni kring landið í gjárkvøldið, og hetta ávirkaði ferðsluna nakað, upplýsir vaktleiðarin á løgrglustøðini í høvuðsstaðnum.
Fráboðanir byrjaðu at koma um 20-tíðina í gjárkvøldið um koyrilíkindi. Serliga var tað úr Hoyvík, har tað á fleiri vegum var sera hált - sum á kalvabaki. Harvið var tað nóg illa koyrandi í eitt tíðarskeið.
Einki fráboðað óhapp var har, men á Oyndarfjarðarvegnum endaði ein bilur við at fara av vegnum. Tað var sera hált á Heltnini, har tað ofta eisini er nógvur vindur.
Talan var um eitt soloóhapp. Ein annar bilførari kom beinanvegin til bilin, sum var farin av vegnum, boðaði løgregluni frá og setti seg hjá bilførarinum, sum hevði verið fyri óhappinum. Viðkomandi hevði nakað av pínu í nakkanum men noyddist ikki á sjúkrahús. Bilurin fekk heldur ikki nakran nevniverdan skaða.
Seinni fór ein bilur á glið í rundkoyringini uttanfyri Vágatunnilin. Hetta er Streymoyarmegin. Eisini her var talan um soloóhapp, upplýsir vaktleiðarin. Bilførarin misti líka tamarhaldi í hálkuni og rendi eitt skelti niður. Tað var tó ikki verri enn tað
Í morgun eru góð koyrilíkindi á landsvegunum. Landsverk hevur ikki nakra fráboðan um hálku. Vaktleiðarin sigur, at slík óhapp sum í gjárkvøldið kunnu koma fyri, tá tað ikki er salta í eina góða løtu. Sum útgangspunkt verður ikki saltað millum klokkan 21 og klokkan fimm á morgni. Hetta kemst millum annað av vantandi fígging.
Innanlands
Hálkan hevur havt nøkur óhapp við sær
Fráboðanir komu um trupulleikar í Hoyvík í gjárkvøldið, og seinni vóru soloóhapp á Oyndarfjarðarvegnum og í rundkoyringini beint uttanfyri Vágatunnilin
Ein bilur endaði í vegjaðaranum á Oyndarfjarðarvegnum, og ein annar rendi eitt skelti niður í rundkoyringini beint uttanfyri Vágatunnilin (Mynd: Jens Kr. Vang)
2023-12-20 08:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald