
Í gjárkvøldið varð boðað frá einum ferðsluóhappi norðanfyri Sandavág.
Talan var um ein bil, sum gleið í hálkuni og koyrdi útav vegnum. Førarin var einsamallur í bilinum, sum endaði á liðini.
Tað vóru fólk, sum komu framvið, sum fingu boðað løgregluni frá og hjálpt føraranum úr bilinum, og hann var sum heild væl fyri, men sum skilst hevði hann fingið onkrar smærri skaðar, sigur vakthavandi á politistøðini.
Førarin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sum er vanligt at gera í slíkum førum.
Bilurin fór illa, sigur vakthavandi, sum leggur afturat, at bilurin hevði vetrardekk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald