2021-11-11 09:07

Hálka var orsøkin til, at ein bilur á veg móti Havnini rendi útav á Oyggjarvegnum oman fyri Havnina í morgun.
Óhappið hendið nakað fyri klokkan 8 í omankoyringini til Havnina, nakað áraka Kleynisvarða, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Bilurin fekk nógvan skaða, og kvinnan, sum koyrdi bilin fekk eisini nakrar snuddir, og varð flutt á skaðastovuna av øðrum bili, sum kom til hjálpar.
Um sama mundið hendi eisini eitt ferðsluóhapp í Marknagili. Ein bilførari helt ikki neyðuga frástøðu, og rendi tí upp í ein annan bil. Her var bert talan um materiellan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald