Um hálvgun tólv-tíðina í dag hendi eitt ferðsluóhapp á Oyrarvegnum úti í Grøv í Norðoyggjum.
Hálkan var orsøk til, at bilurin, sum koyrdi úteftir misti takið á vegabreytini og rendi frontalt saman við annan bil, sum koyrdi norðureftir.
Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vóru skjót á staðnum. Báðir bilførararnir vórðu fluttir á Klaksvíkar sjúkrahús, og seinni varð annar fluttur til Havnar á Landssjúkrahúsið við politiekskortu. Talan er ikki um lívsvanda, men tó umfatandi likamsskaða, herundir beinbrot, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Báðir bilarnir fingu stóran skaða. Oyrarvegurin varð stongdur í umleið ein tíma, meðan vegurin varð ruddaður og bilarnir fluttur burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald