
Landsbanki Føroya: Myndin niðanfyri vísir, at úrslitið á fíggjarlógini er mett at verða eitt hall á 300 mió. kr. í 2025 og enn eitt hall á 265 mió. kr. í 2026. Hetta svarar til áleið 1% av BTÚ ár undan ár, sum ikki eigur at koma fyri í einum samfelagi uttan nakað nevnivert arbeiðsloysi.
Talvan niðanfyri vísir somuleiðis, at tað eisini er eitt samlað hall hjá kommunum.
Hallið má fíggjast við øktari lántøku. Tað ber við sær hægri rentuútreiðslur, ið hevur við sær, at ein størri partur av skattainntøkunum, skulu nýtast til at rinda rentur.
Verður einki gjørt, kemur hallið at vaksa enn meira. Demografiska gongdin við veksandi talinum av eldri fólki merkir, at útreiðslurnar fara at renna frá inntøkunum, um ikki bygnaðarligar broytingar verða framdar. Tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnar skipa samfelagið fíggjarliga skynsamt, soleiðis at tað í longdini er samsvar millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, annars fer almenna skuldin at veksa uttan íhald, og vælferðin fer at versna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald