Uttanlands

Halla Tómasdóttir verður forseti í Íslandi

Á valinum í gjár fekk hon nærum tíggju prosent fleiri atkvøður enn fyrrverandi forsætisraðharrin, Katrín Jakobsdóttir

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2024-06-02 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er greitt, at 55 ára gamla vinnulívskvinnan Halla Tómasdóttir verður nýggjur forseti í Íslandi.

Eftir valið í gjár, hevur hon fingið 34,2 prosent av atkvøðunum, meðan fyrrverandi forsætisraðharrin, Katrín Jakobsdóttir hevur fingið næstflestar atkvøður - 25,2 prosent, sambært íslendska kringvarpinum RÚV.

Halla Tómasdóttir stillaði eisini upp á forsetavalinum í 2016. Tá fekk hon næstflestar atkvøður - 27,9 prosent. Tá vann Guðni Th. Jóhannesson við 39,1 prosent av atkvøðunum. Hann var ikki uppstillaður hesa ferð.

Halla Tómasdóttir avloysir Guðna Th. Jóhannesson 1. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder