Innanlands

Hallið hjá kommununum var 40,4 milliónir krónur í 2025

Hóast hall, er úrslitið 129,5 milliónir krónur betri enn ætlað.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-29 16:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kommunurnar høvdu samanlagt hall á 40,4 milliónir krónur í 2025, skrivar Fíggjarmálaráðið, sum hevur tikið samanum ársroknskapirnir hjá kommununum fyri í fjør.

Eitt hall á 40,4 milliónir er ein betran á 307,4 milliónir krónur í mun til hallið á 347,8 milliónir í 2024.

Broytingin kemur av lækking í løgum á 214,3 milliónir krónur og hækking í skatti á 220,9 milliónir krónur.

Útreiðslurnar til rakstur hækkaðu hinvegin við áleið 117 milliónum krónum, og rentuútreiðslurnarvið 10,9 milliónum.

Í fíggjarætlanunum fyri 2025 varð upprunaliga roknað við 169,9 milliónum krónum í halli, og sostatt er úrslitið 129,5 milliónir krónur betri enn ætlað.

Orsøkin til hetta er, at samlaðu inntøkurnar av skatti vóru góðar 256,7 milliónir krónur hægri, enn upprunaliga væntað. Hinvegin vóru bæði rakstrar og løguútreiðslurnar hægri enn upprunaliga ætlað, meðan rentuútreiðslurnar vóru um tríggjar milliónir krónur minni enn upprunaliga mett.

Ein samanteljing av fíggjarætlanunum fyri 2026 vísir, sambært Fíggjarmálaráðnum, at roknað verður við einum halli á 179,7 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder