Mentan

Hallur gevur íblástur til myndlist

Fótbóltsstyrkin hjá Halluri Hansson gav íblástur til listaverk

2020-07-29 10:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski landsliðsspælarin Hallur Hansson var herfyri valdur til ársins leikara á danska superligafelagnum AC Horsens annað árið á rað.

Um vikuskiftið varð kappingarárið hjá Horsens endað við eini hátíðarløtu, og í hesum sambandi fekk føroyingurin á Horsens-liðnum handað ein máling av lokala listamanninum, Frank Buchgraitz.

- Íblásturin til málningin kemur frá trimum dystum, har Hallur er við og vísir sína styrki í nærdysti, tekniskari dygd og evnum at skora mál. Tríggir dystir á rað, har ACH skrivaði søgu við at vinna á FC København, FC Midtjylland og Brøndby IF, sigur Frank Buchgraitz um hví hann valdi føroyingin til motiv á málninginum.

Tað er siður í felagnum AC Horsens, at ársins leikari á hvørjum ári verður heiðraður við einum listaverki.

Les eisini: Hallur enn einaferð ársins leikari 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder