Mentan

Hallur Joensen – alla tíðina í menning

Ummæli: ”Runnin ár” er meira búgvin enn undanfarnar útgávur – musikkurin í heimsflokki

2020-06-29 13:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað tykist sum tað er ein meira búgvin Hallur Joensen, sum nú gevur út nýggja fløgu. ”Runnin ár” er heitið, og ber brá av, at ’countrykongurin’ úr Klaksvík nú er farin at líta aftureftir, eftir tí, sum einaferð var – ikki bara musikalskt.

Tað eru gingin fimm ár síðan ”Lívið er ein lítil løta" kom út – gott endiliga at hoyra frá honum aftur.

Myndin á framsíðuni av snotuliga fløguhúsanum ber ongi boð um tað er ’countrykongin’ vit hava við at gera. Skeggið tykist grásprongt, og eygnabráið innhugsið. Maðurin er farin um tey fimmti síðan seinastu útgávuna, og tað setir kanska síni spor og tankar ígongd, sjálvt hjá einum countrysangara.

Tá tað er sagt, so er talan um eina dygdarútgávu, sum vit nú fáa frá Halli. Eitt gott bland, ikki bara country, og eina ljóðframleiðslu á høgum altjóða stigi.

Upptøkurnar eru í útgangsstøði gjørdar í Nashville við tónleikarum í heimsflokki, og tað merkir fløguna. Spælið er fantastiskt.

The A-team spælir undir
Sum ikki einaferð er tað Jákup Zachariassen, ið hevur leiðsluna sum framleiðari, og grundstamman í orkestrinum eru trummusláarin Paul Leim, guittarleikararnir Bryan Sutton og Brent Mason, sum vit allir kenna frá tá The A-team úr Nashville vitjaði í Føroyum, og so tangentleikarin Matt Rollings. Til at fylla út restina er ein røð av dygdartónleikarum hálaðir inn, bæði amerikanskir og føroyskir. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað, so her er einki at seta fingurin á.

Sami Jákup Zachariassen hevur eisini høvuðsleiklutin tá tað kemur til at seta tónar til nýggju sangirnar, nakrar teirra í felag við Halli, men eisini Pætur við Keldu og Jessica Hallursdóttir eru skrásett at vera við í lagasmíðingini. Tvey tøkuløg eru einastu undantøkini.

Martin Joensen er tann, ið hevur sett orð til flestu sangirnar, og aðrir orðasmiðir eru Kemm Poulsen, Steintór Rasmussen, Eyðun Nolsøe og Niclas Johannesen.

Meira búgvin
Tónleikaliga ferðast henda fløgan kanska víðari enn aðrar hava gjørt, hóast tónasmiðurin stórt sæð er hin sami. Frá yndisligum sangi, sum vit hava hoyra í eina tíð við ’vøkru ljósu liljuni’ í hugtakandi yrking hjá Kemm Poulsen til villan rokk í duett við Kristinu Bærendsen.

Tekstliga er nýggja fløgan meira álvarslig, meira búgvin og vaksin enn hin undanfarna, ’Lívið er ein lítil løta’. Ikki so nógv fjant, sum vit sóu við Kára Kálvalíð og øðrum lættari sangum. Enn eitt dømi um, at Hallur Joensen sum listafólk, kanska er fallin til ró og hvílir betri í sær sjálvum. Men eisini at hann nú torir at úttrykkja seg sum listafólk, og ikki longur er jukebox-sangarin, sum kundi syngja hvat tað skuldi vera upp á bílegging, eins og tá hann kom fram við fyrstu fløgu síni fyri eftirhondini nógvum árum síðani.

Eitt nakað fjantugt lag er á nýggju fløguni, og tað er líka við, at tað er tað besta.

Talan er um sangin við heitinum ’Billy Joe’, eitt ótrúliga vælsvingandi latínsktinspirerað lag við meksikanskum blárasum – tað einasta við blásaraarrangementi á fløguni. Men evnið er álvarsligt, snýr seg um mann, ið ikki klárar at halda seg frá fløskuni.

Niclas Johannesen eigur tekstin. ”Halló Billy Joe! Nú sært tú skjótt út sum eitt turkilag. Tú møsnar títt møsn frá morgni til sløðrutan mikudag”. Skaldagávurnar eru eyðsýndar, og tí er tað undarligt, at hann ikki hevur funnið eitt frægari føroyskt navn til mannin og heiti til sangin enn Billy Joe í føroysku útgávuni.

Dísirnar fáa fyrsta pláss
Eitt annað, sum er undarligt, er, at Hallur hevur valt at byrja fløguna við tveimum duettum. Hann setir rætt og slætt seg sjálvan til viks fyri at geva sínum persónligu songdísum, dóttrini Jessicu og upprunaviðsangaranum Kristinu plássini fyrst á útgávuni.

Ikki tí, sangirnir eru góðir, ávikavist ”Enn er verðin ung”, sum vit hava hoyrt nógv í útvarpi, og tað rokkuta ”Vinir eru reyðagull”, sum vit fyri vist eisini fara at hoyra nógv í summar.

Tríggjar duettir eru á fløguni. Hin triðja er saman við sjálvasta Sámal Ravnsfjall, har teir kasta seg út í eitt gamalt festligt Buck Owens-lag, sum Martin Joensen hevur givið føroysk orð.

Hjá einum siðbundnum countryhjarta, er sangurin hjá Martin Joensen og Jákup Zachariassen, Skilnartár, tó tann besti á fløguni. Eitt einfalt lag, har Nashville-tónleikararnir sleppa at vísa dygdina í sínum spæli, og so fær Jákup Zachariasen sjálvur eisini høvi at vísa síni kynstur á steelgittaranum – eitt meistaraverk, sum verður spennandi at hoyra tá enskmælta útgávan einaferð kemur.

”Runnin ár” ein dygdarútgáva, ið kann viðmælast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder