2024-09-09 14:44

Fríggjakvøldið 8. november hevur countrykongurin Hallur Joensen stóra konsert í Varpinum í Klaksvík.
Við sær á pallin hevur hann Jessicu Hallursdóttir, Kristinu Bærendsen og Sámal Ravnsfjall.
– Í Klaksvík er Hallur Joensen á heimavølli, so tað verður einki minni enn eitt brak av einari konsert, skrivar Varpið í tíðindaskrivi.
– Vit eru sera glað fyri at Hallur vitjar Varpið, og vit gleða okkum til at uppliva hvat hendir, tá ein framúrskarandi tónleikari møtir einum framúrskarandi konserthúsi.
Atgongumerki til konsertina fáast á www.varpid.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald