2018-11-29 09:35
Eitt afturvendandi tiltak í Vestmanna kirkju er tann vælumtókta adventskonsertin, sum kirkjan skipar fyri saman við Vestmanna Kirkjukóri.
Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður árliga konsertin, hav Vestmanna Kirkjukór á hvørjum ári fær ein sangara at hjálpa sær.
Í ár hevur kórið fingið country kongin Hall Joensen at vera við, so alt skuldi tekna til eina hugnaliga løtu í Vestmanna kirkju sunnukvøldið. Eftir konsertina verður drekkamuður og rísalamang í kirkjukjallaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald