2023-12-21 15:52
Tá hátíðarhaldið í Sanoyartunlinum endaði varð mint á, at fara varisliga út tí tað er heldur hált har.
Tað er kalt í dag, og hálka er í støðum um alt landið. Hesum boðar Landsverk frá á heimasíðu sínari seinnapartin.
Í hesum sambandi verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.
Á heimasíðuni hjá Landsverk verða trý støð nevnd: Kamsdalur, Kalbaksbotnur og Gjáarskarð.
Tað fer at liggja um frostmarkið í kvøld og helst undir frostmarkið alla nátt. Sí veðrið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald