Innanlands

Halt hámarksferðina, ókey? - Fyri tína egnu skuld og fyri tíni nærmastu

Nýggj kanning, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur latið gera, vísir, at bert 37 prosent halda hámarksferðina, og nýtt átak hjá ráðnum skal tí minna fólk á at halda hámarksferðina

2019-09-30 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í spildurnýggjum átaki samstarva Ráðið fyri Ferðslutrygd, Trygd, Betri Trygging og Landsverk um átak við boðskapinum um at halda hámarksferðina.

Hesum boðar Ráðið fyri Ferðslutrygd frá í tíðindaskrivi.

Tú kennir tað helst væl. Tú hevur skund. Skalt bara líka eitt ørindi, náa ein fund, barnagarðurin letur skjótt aftur, ella okkurt annað, sum ger, at tú loyvir tær at trýsta eitt lítið sindur harðari á spitaran. Bara eitt sindur skjótari enn loyvt. Øll hini gera tað eisini. Tað hevur ikki so stóran týdning. Ikki rættiliga. Bara 10km/t skjótari? 

Í gerandisdegnum merkja vit ikki so nógv til avleiðingarnar av ov nógvari ferð. Tú merkir ikki veruligu megina, fyrr enn óhappið hendir. Flestu okkara koyra í bilum, sum eru so tryggir, væl bjálvaðir og við stórum motori, at tú merkir næstan ikki á bilinum, um ferðin verður ov høg.

Men ert tú fyri óhappi, tástaðni merkir tú munin á 80 km/t og 90 km/t. Tað kann verða munurin á lívi og deyða. Og tað kann broyta alt. Hjá tær – ella tínum nærmastu, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Sambært danska Ráðnum fyri Ferðslutrygd  er ov nógv ferð orsøk til 50 prosent av øllum deyðsvanlukkum, og sjálvt smáu ferðaøkingarnar hava stóra ávirkan.

Eitt nú vísa donsk tøl frá 2015, at 62 prosent av øllum deyðsvanlukkum á donskum vegum við mest loyvdu ferð á 80 km/t, koyrdu bilførar minni enn 20 km/t ov skjótt.

Koyrir tú 95 km/t og noyðist at bráðsteðga, hevur tín bilur framvegis eina ferð á 62,5 km/t, tá bilurin, sum koyrdi 80 km/t stendur stillur, og koyrir tú 93 km/t í staðin fyri mest loyvdu ferðina á 80 km/t, tvífaldast vandin fyri at doyggja í einum frontalum samanstoyti

Nýggjur átaksfilmur og vegamerkingar á landsvegnum

Kjarnan í átakinum er filmurin "Halt hámarksferðina, ókey?"

Boðskapurin snýr seg um tað, sum hendir uttanum tann, ið velur at bróta hámarksferðina. Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, at tað er ikki bert tann, sum hevur fótin á spitaranum, sum skal taka avleiðingarnar av síni avgerð. Tað eru hini í bilinum. Tann, sum verður árendur. Tey, sum koma á staðið og skulu veita fyrstuhjálp. Bera boð til avvarandi. Og ikki minst tann, ella tey, sum sita eftir og skulu liva við missinum. 

- Ein ferðsluvanlukka rakar ikki bara teg. Hon rakar familju, vinir, starvsfelagar og øll onnur uttanum teg. Við hesi vitanini velur tú sjálvsagt at halda hámarksferðina, ókey?

Á útvaldum teinum í landinum fer Landsverk at mála hámarksferðina á vegin. Hetta verður á teinum uttanfyri bygt øki, har mest loyvda ferð er 80 km/t, og har vit vita, at tað verður koyrt alt ov skjótt. 

- Við at bilførarin møtir áminningini um hámarksferðina so ítøkiliga í koyristøðuni, meðan hann hevur fótin á spitaranum, vóna vit, at fólk í størri mun virða hámarksferðina - og halda hana. Fyri sína egnu skuld og fyri teirra nærmastu, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Ov nógv ferð verður í alt ov stóran mun góðtikið

Í spildurnýggjari kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, svara einans 37 prosent at tey koyra 80 km/t ella lægri á vegum, har mest loyvda ferð er 80 km/t. 

64 prosent siga seg ofta/altíð, ella av og á koyra ov skjótt. Til samanberingar siga færri enn 2 prosent tað sama um rúsdrekkakoyring. 

Tá fólk verða spurd um hugburðin til ferð, meta heili 51 prosent, at tað verður góðtikið millum bilførarar í Føroyum at koyra ov skjótt. 

Heili 52 prosent meta eisini at ov nógv ferð er størsti skaðafaktorur í ferðsluni. Hetta verður mett hægri enn bæði gáloysni og rúsdrekka, sæst í kanningini. 

Átakið byrjar í dag, 30. september og heldur fram í tríggjar vikur. Politiið ger ferðkanningar meðan átakið er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder