Innanlands

Hált í støðum um alt landið

Tað er jarðrok í ælunum á Vestmannavegnum, sigur Landsverk, sum heitir á bilførarar um at koyra varliga – Løgreglan skrásetti eitt lítið hálkuóhapp í gjár

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

2024-01-14 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan í gjár hevur verið rættiliga hált, og Landsverk ávarar í morgun um, at tað er hált í støðum um alt landið, og verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.

Boðini á heimasíðuni hjá Landsverki eru soljóðandi: 

– Tað er hált í støðum um alt landið. Tað er jarðrok í ælunum á Vestmannavegnum. Koyrið varliga.

Løgreglan upplýsir í morgun, at har var eitt lítið ferðsluóhapp í høvuðsstaðnum í gjár orsakað av hálkuni, men tað elvdi ikki til nakran skaða.

– Ein bilførari mátti snara av vegnum fyri ikki at raka tann, sum koyrdi frammanfyri. Har var hvørki fólkaskaði ella skrokkskaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder