2022-01-03 08:07

Í morgun er hált í støðum um alt landið, og heitt verður á bilførarar um at koyra varliga, boðar Landsverk frá.
Sagt verður eisini, at tað í løtuni ikki er koyrandi á Gjáarvegnum, og nógv jarðrok er í ælunum á Oyggjarvegnum.
Boðað verður eisini frá nógvum vindi. M.a. verður boðað frá hvassum vindi á Tjørnuvíkarvegnum og við Velbastaðháls.
Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald