Innanlands

Hált um alt landið

Tað er jarðrok í ælunum, sigur Landsverk, sum heitir á fólk um at koyra varliga – Í nátt hava verið onkur lítil hálkuóhapp, men einki, sum hevði nakað uppá seg, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

2024-01-16 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er komið fitt av kava seinastu tímarnar, og boðað verður frá hálku um alt landið.

Boðini frá Landsverki í morgun eru soljóðandi: 

– Tað er hált um alt landið. Tað er jarðrok í ælunum. Koyrið varliga.

Boðað verður frá, at roknast kann við hálku m.a. í Kaldbaksbotni, á Dalavegnum til Viðareiðis, á Høgareyni, á Streymnesi, og á Tjørnuvíkarvegnum.

Av løgreglustøðini í Havn var í morgun upplýst, at kuldin tó ikki hevur havt stórvegis ávirkan á ferðsluna í nátt og tíðliga í morgun.

– Tað hevur kavað nógv í dag, og í morgun hevur verið eitt sindur av krapa, men tað er væl grivið. Har hava verið onkur lítil hálkuóhapp, men einki, sum hevði nakað uppá seg, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder