Innanlands

Hált um alt landið

– Tað er jarðrok í ælunum. Koyrið varliga, sigur Landsverk – Dagurin í gjár var nógv merktur av kavanum, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-17 09:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dagurin í gjár var nógv merktur av kavanum, sigur løgreglan í morgun.

Seinnapartin vóru avbjóðingar við ferðsluni á Sandaváagshalsi og á Gøtueiði, har seks lastbilar stóðu fastir, so neyðugt var at steingja vegin eina løtu. Eisini var okkurt lítið hálkuóhapp, men tað hevði einki uppá seg, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Um kvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði spent eina sletu aftanfyri bilin og koyrdu við fólki á vegnum. Fráboðanin kom úr Miðvági. Løgreglan kom á staðið og fann bilføraran, sum kann vænta sær eina bót fyri hetta.

Landsverk boðar aftur í morgun frá hálku um alt landið. Fráboðanin hjá Landsverki er soljóðandi:

– Tað er hált um alt landið. Tað er jarðrok í ælunum. Koyrið varliga.

Roknast kann m.a. við hálku á Høgareyni, í Kaldbaksbotni, á Porkerishálsi, á Gøtueiði, og á Dalavegnum til Viðareiðis. Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder