Innanlands

Hálv millión til kvinnudeplar hjá Open Doors í Nigeria

Tey, ið eru harðast rakt, eru kvinnur. Tær, serliga kristnar kvinnur, verða atsøktar bæði vegna trúgv og kyn. Neyðtøka, tvungin hjúnaløg, ferðaforboð, tvungin fosturtøka og forboð ímóti at fáa sær eitt arbeiði eru dagilgur kostur hjá nigerianskum kvinnum

2021-11-19 17:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Støðan í norðara parti av Nigeria seinastu árini hevur verið torfør. Boko Haram og aðrir víðgongdir islamskir bólkar hava framt álop á kristnar og aðrar bólkar, sum ikki fylgja teirra víðgongdu islamsku trúgv.

Tey, ið eru harðast rakt, eru kvinnur. Tær, serliga kristnar kvinnur, verða atsøktar bæði vegna trúgv og kyn. Neyðtøka, tvungin hjúnaløg, ferðaforboð, tvungin fosturtøka og forboð ímóti at fáa sær eitt arbeiði eru dagilgur kostur hjá nigerianskum kvinnum.

Í 2014 vórðu 220 gentur burturfluttar av Boko Haram. 112 gentur eru framvegis í fangilsi. Harðrenda atferðin er ikki tolmað. Dagliga verða familjur raktar av hatrinum frá víðgongdu bólkunum.

Eitt, sum vit í Open Doors leggja serligan dent á, er, at hjálpa á staðnum við serkønari hjálp. Á okkara deplum geva vit útsettum kvinnum friðskjól. Hóast mangar kvinnur ongantíð megna at flýggja undan trælahaldinum, eydnast tað summum. Flestu teirra eru raktar av tyngjandi sálarløstum, ið krevja serkøna hjálp. Tí hava vit serútbúgvin fólk innan traumaviðgerð fyri kvinnur á okkara deplum.

Tá kvinnurnar eru førar fyri, at fara út í samfelagið aftur, veita vit teim stuðul bæði sálarliga og fíggjarliga. Nógvar av kvinnunum hava lítið og einki bakland, tí alt er tikið frá teimum. Tí er tað umráðandi, at vit áhaldandi vísa teimum kærleika og stuðul. Eisini eftir tær eru fluttar úr deplunum.

Hjartans tøkk til Føroya fólk, at tit veita okkum stuðul í hesum týdningarmikla arbeiði. Tað kostar áleið 2 milliónir um árið at reka kvinnudeplarnar í Nigeria.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder