Í Føroyum kenna øll til Lars Løkke Rasmussen, sum er giftur Sólrun úr Havn. Ein skal ikki hava fylgt leingi við í politisku leikgongdini, fyri at hava hoyrt um elsta sonin hjá Lars, ES tinglimin Berg Løkke Rasmussen. Vit hava tosað við Berg, í sambandi við, at valið í Evropaparlamentinum er í dag.
Bergur Løkke Rasmussen var valdur í Evropaparlamentið fyri Vinstra í 2022, men í mars 2023 skifti hann yvir til Moderatarnar, sum er flokkurin, ið pápi hansara setti á stovn í juni 2022.
"Valið í dag hevur av álvara stóran týdning"
Bergur er avgjørdur. Hann heldur, at hetta er heilt vist týdningarmesta ES valið í hansara livitíð. Hann er ikki sørt álvarsligur á málinum, tá hann tosar um hvussu Evropa er undir trýsti og at trygdin er í vanda.
- Hvønn týdning metur tú, at valið til Evropaparlamentið hevur, í síni heild?
- Valið í dag hevur sera stóran týdning. Tað er heilt klárt týdningarmesta ES valið í mínari livitíð, tí tað er eygsæð, at vit eru undir trýsti av stórum avbjóðingum. Trygdin er í vanda, okkara umhvørvi er í krisu, og milliónir av menniskjum søkja mót Evropa, ljóðar tað frá Bergi.
Bergur sigur eisini, at hetta eru avbjóðingar sum vit mugu loysar í felag.
- Tá vit eru trýst útifrá, tørvar okkum samanhald. Fyri mítt viðkomandi, so haldi eg, at hetta verður loyst á bestan hátt, um vit møtast á einari sterkari miðju í ES. Hetta skal tryggja okkum, at sonur mín - og tykkara børn og barnabørn, trygt kunnu vaksa upp í eini verð, sum er eins góð og tann, sum eg vaks upp í.
Kenslurnar hjá Bergi eru ikki til at fjala. Hann er av álvara stoltur av at eisini vera føroyingur.
- Við mínum føroyska og danska grundarlagi, royni eg at umboða báðar mínar tjóðskapir. Føroyar hevur og fer altíð at vera ein partur av mær og mínum gerandisdegi.
Tá vit spyrja hann, um valið í dag hevur týdning fyri føroyingin, so er hann sikkur í síni søk.
- Sjálvt um Føroyar ikki eru partur av ES, so er ES ein sera týdningarmikil samstarvsfelagi fyri Føroyar - og umvent. Í Føroyum merkja vit stóran áhuga fyri at endurskoða núverandi samhandilsavtalu.
Tað framgongur í samrøðuni við Berg, at tað er ikki líka lætt at fáa føroyskar rávørur til restina av Evropa, sum tað er hjá evropeiskum vørum at koma á føroyska marknaðin. Hetta, metur Bergur, er nakað sum ávirkar gerandisdagin hjá føroyinginum og fíggjarstøðu Føroya, tí evropeiski marknaðurin hevur stóra útflutningsmøguleikar fyri Føroyar.
"Eg vil kempa fyri at knýta Føroyar tættari at Evropa, so vandin frá Russlandi gerst minni"
- Tað eru fleiri ting, eins og tey vit hava tosað um, sum vit skulu fáa skil á. Hetta hava vit ikki raðfest nóg høgt. Eg meti, at trygdar- og verndarpolitikkurin er av alsamt vaksandi týdningi, tí Norðuratlanshøvini og Arktis eru ovurpent. Tí vil eg kempa fyri, at Føroyar verða knýttar tættari at Evropa, so vandin frá Russlandi gerst minni, sigur Bergur Løkke Rasmussen við Portalin.
Til seinast leggur Bergur afturat, at umhvørvið skal raðfest í nógv størri mun, tí tað hevur í denn grad týdning fyri Føroyar, hvat ES ger, hesum viðvíkjandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald