Uttanlands

Hamas: 73 dripin í ísraelskum álopi

Tølini hjá Hamas eru ov høg, sigur ísraelski herurin

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2024-10-20 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært palestinsku Hamas-rørsluni vórðu í minsta lagi 73 fólk dripin í einum ísraelskum álopi á býin Beit Lahiya í Gazageiranum í gjár.

Ísraelski herurin, sum er í ferð við at kanna fráboðanirnar um álopið, sigur, at tølini hjá Hamas er óálítandi.

Talsfólk hjá ísraelska herinum sigur, at upplýsingarnar frá Hamas ikki samsvara við upplýsingunum, sum ísraelski herurin hevur fingið, og at tað fyrr hevur víst seg, at tølini hjá Hamas eru "sera óálítandi", skrivar BBC.

Umframt tey, sum hava latið lív, verður eisini boðað frá, at fleiri eru særd, og at fleiri eru saknað.

Bjargingarfólk boða frá, at fleiri bygningar vórðu oyðilagdir í álopinum, og væntandi fer deyðstalið at vaksa, av tí at nógv liggja undir húsaleivdunum, skrivar miðilin Al Jazeera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder