Donald Trump verður aftur forseti í USA. Hetta tykist tað ikki vera nakar ivi um eftir úrsltiini tíðliga í morgun - talan verður helst eisini um ein lutfalsliga stóran sigur á Kamalu Harris.
Sí eisini: Trump hevur vunnið Pennsylvania
Heilsur og góðynski eru komin frá høgum fólki kring allan heim. Franski forsetin, Emmanuel Macron, ES-forsetin Ursula von der Leyen og danska forsætisráðfrúin Mette Frederiksen hava alment ynskt Donald Trump tillukku og sagt seg gleða seg til framhaldandi samstarv við USA og forsetan.
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri Danmarkar, segði seg í morgun vera heldur vónbrotnan, meðan Karsten Hønge, uttanríkisorðførari hjá danska flokkinum, skýrdi valið eina vanlukku í viðtalu við Ritzau:
- Føj for en ulykke. Det får stor betydning. Men det må endegyldigt være det, der siger, at vi må klare os selv i Europa. Det dur ikke, at vi i Danmark og Europa er nervøse for, hvem der bliver valgt som præsident i USA.
Donald Trump hevur tó helst størri ting at hugsa um enn ein danska uttaríksorðførara - millum annað Hamas.
Sami Abu Zuhri, sum er høgtstandandi í ógvuliga víðgongda felagskapinum, sigur, at Donald Trump fær seg royndan skjótt. Hetta vegna útsagnirnar hjá Donald Trump um, at hann skjótt fær enda kríggið millum Ísrael og Hamas, um hann sleppur framat.
Hetta hevur Trump sagt fleiri ferðir. Zuhri heldur tó ikki heilt tað sama, og Hamas heitir á nýggja forsetan um at læra av mistøkum hjá Joe Biden, núverandi forseta.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur hinvegin ynskt Donald Trump tilukku. Hann er undir trýsti - republikanski forsetin hevur áður sitið væl um sátt við Ísrael.
Volodomyr Zelenskyj hevur á X ynskt Trump tillukku og róst honum. Tað kann væntast, at nýggi amerikanski forsetin hevur eina øðrvísi tilgongd til Russland-Ukraina kríggið enn núverandi stýrið í USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald