Uttanlands

Hamas framt álop á Ísrael

Hamas sigur seg hava skotið yvir 5.000 rakettir móti Ísrael í morgun, og vápnaðir menn hava skotið eftir fólki í Ísrael – Fleiri eru deyð, og nærum 200 eru særd

Ísraelski býurin Ashkelon (Mynd: EPA)

Ísraelski býurin Ashkelon (Mynd: EPA)

2023-10-07 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun eru fleiri rakettálop framt á ísrael. 

Palestinska Hamas-rørslan hevur tikið ábyrgdina fyri álopini, og ísraelski herurin upplýsir, at tey eru til fyrireikað uppá at fara í kríggj.

Mohammad Deif, hernaðarleiðari í Hamas-rørsluni, hevur heitt á vápnaðar bólkar í Libanon um at luttaka í bardøgunum móti Ísrael. Sambært honum vórðu uppá 20 minuttir sendar yvir 5.000 rakettir móti Ísrael. Ísraelski herurin sigur tó, sambært TV2, at talið er 2.500.

Sambært Ritzau boða Ísraelskir miðlar eisini frá, at fleiri vápnaðir menn hava skotið eftir fólki í bygdini Sderot í sunnara parti av ísrael, og á sosialu miðlunum sæst nakað, sum líkist bardøgum á gøtunum.

Ísraelski herurin sigur, at "yvirgangsfólk hava sníkt seg inn á ísraelskt øki úr Gaza-geiranum, og at "yvirgangsfelagsskapurin Hamas fer at rinda ein høgan prís fyri sínar gerðir".

Sambært The Times of Israel eru í minsta lagis eks fólk deyð, og nærum 200 eru særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder