Palestinska Hamas-rørslan játtar at avtaka stovnin við 15 limum, sum hevur stýrt Gaza í nærum tvey áratíggju.
Hetta verður gjørt sum partur av avtaluni um vápnahvíld, sum kom í gildi í oktober í fjør, og skal slóða fyri einum skifti til eina teknokratiska nevnd - eina sivila skiftisstjórn, sum skal vera uttan politiskt tilknýti, skrivar Ritzau.
Hjá Hamas hava tey fleiri ferðir sagt, síðan avtalan um vápnahvíld, sum er í fleiri stigum, kom í gildi, at tey eru til reiðar at leggja frá sær. Spurningurin um avvápnan er tó framvegis ikki loystur, og bæði Ísrael og Hamas hava boðað frá brotum á vápnahvíldina.
Hamas sigur seg nú vilja leggja trýst á Ísrael fyri at koma víðari í tilgongdini.
Talsfólk hjá Hamas sigur, at tey hava tikið eitt nýtt stig við ikki longur at standa á odda fyri Gaza og fyri at taka burtur allar undanførslur fyri hersetingina av Gaza.
Fyrsta stig í avtaluni snúði seg um leyslating av teimum síðstu ísraelsku gíslunum, sum Hamas hevði tikið afturfyri leyslating av palestinum úr ísraelskum fongslum.
Skiftið til næsta stig hevur tó drigið út. Næsta stigið snýr seg m.a. um avvápnan av Hamas, samstundis sum Ísrael lutvíst skal taka herfólk síni úr Gaza.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald