Hamas-rørslan ynskir, at vápnahvíldin verður longd, tá teir fýra dagarnir eru farnir, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu sigur eisini, at hann er sinnaður at leingja vápnahvíldina.
Bæði Hamas og Ísrael hava tó nøkur krøv.
Hamas vil hava fleiri palestinskar fangar leyslatnir úr ísraelskum fongslum, og kravið frá Ísrael er, at tíggju gíslar verða leyslatnir um dagin.
Netanyahu ger tó greitt, at tá vápnahvíldin er liðug, fer Ísrael at taka hernaðarvirksemið í Gaza uppaftur.
Núverandi vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas er galdandi til týsmorgunin, men møguleiki er at leingja hana við upp til tíggju døgum. Avtalan inniber, at Hamas skal leyslata 50 ísraelskar gíslar, og at Ísrael skal leyslata 150 palestinskar fangar.
Í gjár vórðu 39 palestinskir fangar og 17 gíslar leyslatnir - harav tríggir tailendskir ríkisborgarar og ein við bæði ísraelskum og russiskum ríkisborgaraskapi, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald