Klokkan tvey í nátt føroyska tíð fór vápnahvíldin í gildi millum Ísrael og Hizbollah-rørsluna í Libanon, og palestinska Hamas-rørslan sigur seg nú eisini vera til reiðar at gera avtalu við Ísrael um vápnahvíld í Gaza.
Tað sigur ein Hamas-limur við tíðindastovuna AFP.
– Vit hava boðað meklarunum í Egyptalandi, Katar og Turkalandi frá, at Hamas er til reiðar at gera eina avtalu um vápnahvíld og eina veruliga avtalu um fangabýti, sigur Hamas-limurin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Hamas hevur sagt seg vera til reiðar at gera avtalu um vápnahvíld, og bæði Ísrael og Hamas hava lagt hvønn annan undir at forða fyri, at avtala kann gerast, skrivar Ritzau.
M.a. hevur Ísrael sagt, at Hamas setur órímilig krøv. Fyrr í hesum mánaðinum segði ein Hamas-limur við Sky News, at Ísrael og Hamas vóru nær við at gera eina avtalu í juli, men at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu valdi at "fara aðrar leiðir".
Týskvøldið, eftir at vápnahvíldin millum Ísrael og Hizbollah-rørslan í Libanon varð kunngjørd, segði Netanyahu, at Ísrael fer at halda fram at leggja trýst á Hamas fyri at fáa gíslarnar í Gaza leyslatnar.
Bert einaferð síðan kríggið byrjaði 7. oktober í fjør, hevur tað eydnast at fáa í lag eina vápnahvíld millum partarnar. Tað var í november í fjør. Fyribils vápnahvíldin hevði m.a. við sær, at 105 gíslar, sum vórðu tiknir av Hamas 7. oktober, vórðu leyslatnir, og at 240 palestinskir fangar leyslatnir úr ísraelskum fongslum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald